• Býar- og landsplanlegging

  • Heildarætlanir og frágreiðingar,

  • Verkætlanarleiðsla

  • Tiltaksplanlegging, samskipan og samskifti

Vit eru altíð klár til eitt óbindandi prát

“Someone's sitting in the shade today because someone planted a tree a long time ago.” - Warren Buffett

tænastur

- fyri almenna og kommunala fyrisiting og privatar fyritøkur

  • Heildarætlan

    Ein heildarætlan er eitt sera hent amboð til at vísa á visjónir og framtíðarætlanir hjá kommunustýri, stovni ella fyritøku.

    Samstundis at skipa innanhýsis arbeiðið og at nýta sum samskifti innanhýsis og úteftir, t.d. viðvíkjandi ‘Ofta settum spurningum‘.

  • Býar- og landsplanlegging

    Vit veita ráðgeving innan býarskipanarligt arbeiði.

    Tað hevur stóran týdning, at tað, ið verður sett í verk, hevur jaliga ávirkan á býin, bygdina og nærsamfelagið. Vit kunnu hjálpa til við tí samansetta arbeiðinum, ið hoyrir til.

  • Verkætlanar-leiðsla

    Um verkætlanir skulu koma á mál, har allar treytir eru gingnar á møti, er neyðugt, at tær verða leiddar skynsamt. Høvuðstreytirnar eru oftast tíð, kostnaður og góðska.

    Senit veitir holla ráðgeving og verkætlanarleiðslu í smærri verkætlanum.

  • Samskifti

    Ein og hvør boðskapur rakar sum oftast á mál, um hann er greiður, einfaldur og ikki ov samansettur.

    Vit hjálpa til eitt nú við samskifti millum politisku skipanina, aðalráð og fyri- og umsiting, frá privatfyritøku til kundar og annað. Eisini marknaðarføring og kunnandi og upplýsandi tilfar.

  • Tiltøk

    Senit skipar fyri alskyns slagi av tiltøkum sum fundir, konvensjónir, framløgur, aðalfundir, gallaveitslur og annað.

    Tit vita, hvat tiltakið snýr seg um, men saman finna vit útav, hvussu nógv fólk væntast at møta upp, málbólkurin, tíð, hvør staðfesting hóskar seg, fígging, okkurt til matna, transport og annað.

  • Framløgur

    Tað liggur ikki øllum natúrliga fyri at leggja fram fyri einari fjøld. Tað er nevniliga eitt kynstur fyri seg, um ein skal fáa sín boðskap út á besta hátt.

    Vit hava royndir at leggja fram tilfar, sum onnur ella vit sjálvi hava framleitt, og eisini snikkað tær til á Powerpoint til onnur at leggja fram.

    Eisini er møguligt at hava framløgur um samfelag og planlegging.

“Give me six hours to chop down a tree and I will spend the first four sharpening the axe.” - Abraham Lincoln